Føroysku kommunurnar eru týðandi partur av almenna geiranum og fyrisita nógv ymiskt málsøki. Kommunurnar eru eisini vaksnar í vavi seinastu árini og hava fingið fleiri málsøki at fyrisita, ið áður lógu hjá landsmyndugleikunum.

Advokatskrivastovan hevur holla vitan um og royndir við at ráðgeva um kommunustýrisviðurskifti, herundir um kommunustýrislóggávu, um serlóggávu, ið vendir sær til kommunur og um fyrisitingarviðurskifti annars av týdningi fyri kommunur.