Hóast vit leggja høvuðsdentin á at veita viðskiftafólki okkara ráðgeving um føroyska lóggávu, veita vit eisini ráðgeving viðvíkjandi spurningum um altjóðarætt. Royndirnar á hesum økinum eru týdningarmikil partur av almennu royndunum hjá Advokatskrivstovuni.

Advokatskrivstovan hevur veitt føroyskum myndugleikum ráðgeving um altjóðarættarligar spurningar í sambandi við samráðingarnar við danskar myndugleikar um yvirtøkuna av málsøkinum ráevni í undirgrundini.

Harumframt hevur Advokatskrivstovan veitt føroyskum myndugleikum ráðgeving í sambandi við samráðingarnar um landgrunsmarkið millum Føroya og Stórabretlands.