Advokatskrivstovan veitir ráðgeving um føroyska tryggingarlóggávu. Vit veita ráðgeving í sambandi við stovnan og skipan av tryggingarfeløgum, endurgjaldsspurningar, spurningar viðvíkjandi ábyrgd og aftursóknarkrøvum, o.s.fr.

Føroysk tryggingarlóggáva hevur sereyðkenni. Eitt nú er í ávísan mun talan um einkarrætt fyri føroysk tryggingarfeløg at tekna tryggingar í Føroyum. Útlendsk virki, sum fara undir virksemi í Føroyum, eiga at vera varug við hetta og gera neyðugar kanningar í hesum sambandi.